EB/Streymur vitjar í Klaksvík

Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá KÍ seinastu tveir dystirnar, har teir ávíkavist hava tapt ímóti AB og verið avsmurdir av GÍ. Hóast eitt 5. pláss er tað besta teir bláu úr Klaksvík kunnu røkka, so hevði ein uppreisn ikki verið av vegnum hjá KÍ, sum als ikki hevur havt sítt besta kappingarár í ár.

 

Steypavinnararnir úr Sundalagnum hava tó framvegis heiðursmerki at berjast fyri, har teir í løtuni kappast við HB um bronsuna.

 

Gert Hansen og Zsolt Szekeres eru skaddir hjá EB/Streymi, meðan KÍ hevur Høgna Madsen leikbannaðan.