EB/Streymur vitjar í Gøtu í kvøld

Í kvøld verður ein dystur í 14. umfari í Vodafonedeildini, tá nummar tvey, Víkingur, tekur ímóti EB/Streymi, ið liggur á triðja plássi. Talan er tí um topp uppgerð í Sarpugerði.

 

Víkingur liggur bara tvey stig aftanfyri B36, sum er oddalið í Vodafonedeildini. Víkingur hevur í ár staðið seg betri enn teir hava undanfarnu árini og meistaraheitið er ein veruligur møguleiki. Víkingur hevur í summar styrkt seg við Andreasi Lava Olsen, sum kemur heim úr donskum fótbólti at spæla restina av kappingarárinum.

 

Ein av størstu kappingarneytinum hjá Víkingi í oddastríðnum er EB/Streymur. Nógv er sagt og skrivað um felagið í sundalagnum í ár, men á vøllinum hevur góða gongdin hildi fram. Liðið var eitt mál frá at koma víðari í Evropa League, liðið er í steypafinaluni og vinna teir í kvøld, so er styttist til fremsta plássið.

 

Í gjár vann ÍF á B68 í Fuglafirði. Her vísti tað seg, at liðið, ið hevði spælt evropskan fótbólt í summar, var omaná. So spurningurin um tað verður støðan aftur í kvøld.

 

Dysturin byrjar klokkan 19:00 og er í Sarpugerði í Gøtu. Rás2 sigur frá dystinum. Byrja verður at senda klokkan 18:45