Tróndur Vatnhamar verður møguliga við í hópinum hjá EB/Streymi, sum fyrireikar seg til altjóða uppgávurnar móti Apoel FC í Chmapions League. Rólant Højsted, formaður, váttar, at felagið hevur havt samband við B36 og málverjan. ? Framvegis er einki avgjørt. René Torgarð hevur verið uttanfyri við skaða í fleiri vikur, og tí sóknast vit eftir nýggjum málverja, sigur Rólant Højsted.
Gunnar á Steig hevur higartil vart málið hjá EB/Streymur í hesum kappingarárinum.










