Eftir at sandoyingar og teir í Sundalagnum høvdu stríðst og spælt í 270 minuttir, var greitt, at tað verður EB/Streymur, sum fer at halda fram í bestu deildini, og at B71 ið hvussu er eitt ár afturat verður í næstbestu deildini.
Veðrið var gott á Sandi, og lutfalsliga stóra áskoðarafjøldin boðaði frá, at endaumfarið so at siga var vorðið eitt heystfrítíðartema hjá viðhaldsfólkunum í báðum legunum.
Fyrsta bríkslið hjá væl upplagda Niklasi á Líðarenda var klokkan hálvgum fýra, og tríggjar minuttir seinni var møguleikin fyri uppflyting hjá B71 vorðin hópin kámari, enn hann hevði verið.
Sorin Anghel sendi úr átjan metrum og í málið. EB/Streymur, sum hesa ferð var eitt vet meiri álopskent í útgangsstøðuni, enn teir vóru týsdagin, var á odda 1-0, og so var mótbrekkan ov brøtt hjá B71. EB/Streymur hevði vunnið dystin á Eiði 1-0, og nú skuldu sandoyingar skora trý mál fyri at hava møguleika at býta 2. deildarplássið um við eitt í 1. deild.
Sorin var framúr
Sjálvandi var hetta herkin biti hjá B71, og tað var steinur omaná byrðu, tá Sorin Anghel økti til 2-0. Álopsmaðurin tók bóltin av aftasta verjuspælaranum hjá B71 og sendi fram við málverjanum.
At hetta ikki var dagurin hjá B71 sást millum annað. í, at Símun Hansen, dygst eftir at EB/Streymur hevði skorað til 2-0, sendi fríspark í stólpan.
Undan steðginum økti EB/Streymur til 3-0, eftir at B71 hevði mist í uppspælinum. Málskjútti var Vinjard Dam, sum var fyrstur á, eftir at Valdemar Nowicki hevði hálvbjargað roynd frá Sorin Anghel.
Kappingarárið hjá Sorin hevur ikki verið so væl eydnað, sum tað var í fjør. Skaðar hava darvað. Men nú seinasta takið skuldi takast fyri at tryggja EB/Streymi eitt ár afturat í bestu deildini, var Sorin Anghel framúr.
B71 minkaði um munin til 3-1 í síðsta minutti. Slawomir Radziemski var hægstur og stútaði hornasparksinnlegg í málið. Men tá var talan um kosmetikk. EB/Streymur vann 3-1 og heldur fram í bestu deildini triðja kappingarárið á rað.
Endaumfar
B71-EB/Streymur 1-3 (0-3)
0-1: Sorin Anghel, 4.
0-2: Sorin Anghel, 27.
0-3: Vinjard Dam, 39.
1-3: Slawomir Radziemski, 90.
EB/Streymur samantaldur vinnari við málmuninum 4-1.
Dómari: Niklas á Líðarenda
B71: Valdemar Nowicki ? Ernst Løkjá, Páll á Reynatúgvu, Slawomir Radziemski ? Kári Sørensen (Mass Anthoniussen, 70.), Krzystof Radziemski, Eli Hentze, Sverrir Kjærbo ? Arunas Mika (Kristoffur Vidtfeldt, 79.), Jónsvein Thomsen (Tummas Pauli Olsen, 62.), Símun Hansen
Gult kort: Krzystof Radziemski
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Christian Carlsson, Andrsey Pacek, Eyðfinn Joensen ? Marni Djurhuus, Jákup Martin Joensen, Ronnie Samuelsen, Bárður Olsen (Hans Pauli Samuelsen, 76.) ? Vinjard Dam (Brian Olsen, 82.), Sorin Anghel (Jón Sigurd Gleðisheygg, 82.)
Gult kort: Marni Djurhuus og Bárður Olsen