EB/Streymur var ongantíð á lívi

Hans Pauli Samuelsen var ógvuliga fáorðaður, men kortini beinrakin, tá Rás2 tosaði við hann eftir dystin í gjár.

Spurdur, um tað var málið til 3-0, sum tók lívið av teimum, svaraði víkamaðurin, at hann helt ikki, at EB/Streymur nakrantíð var á lívi leygardagin.

– Har var eingin futtur í monnunum og eingin geistur, so hetta var als ikki nóg gott, segði hann.

Hans Pauli Samuelsen vísti á, at ÍF stóð ógvuliga væl á vøllinum og at EB/Streymur einki pláss fekk. Hans Pauli Samuelsen segði somuleiðis, at EB/Streymur nú má arbeiða við bæði verjupartinum og álopspartinum og sipaði hann til, at liðið hevur tapti tilsamans 6-1 í móti AB og ÍF.