EB/Streymur var omaná í botnuppgerðini móti Skála (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjarnar hjá EB/Streymi og Skála, Jákup Martin Joensen og Bill McLeod Jacobsen seta orð á dystin EB/Streymur vann 1-0

##med2##

EB/Streymur ger tað væl á heimavølli. Teir hava higartil tryggjað sær seks stig við heimasigrum á TB, og seinnapartin í dag á Skála.

Málið Tóki Johannesen skoraði fyri EB/Streym í 12. minutti gjørdist munurin millum liðini í dag. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr stuttu samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen, ið fegnast um, at hansara spælarar megnaðu at halda fokus tá mest stóð á.

2) Hoyr stuttu samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Bill McLeod Jacobsen, ið má ásanna, at Skála kundi stjolið eitt stig við sær, men teir tóku ikki av tá møguleikin beyðst.

##med3##

(Samrøður: Jákup Martin Joensen og Bill McLeod Jacobsen)