EB/Streymur vann tryggan sigur

Málini komu miðskeiðis í seinna hálvleiki og fullu tey øll innan fyri tíggju minuttir. Fyrst skoraði Hans Pauli Samuelsen, tá hann tveitti seg aftur av og sparkaði bóltin í netið, eftir at Gert Hansen hevði tveitt innkast úr høgru, sum varð snittað víðari.

Sorin Anghel økti eftir hornaspark. Hans Pauli Samuelsen legði innfyri, Egil á Bø stóð við fremru stong og skallaði víðari, og inni í fimmmetrinum prikaði rumenin bóltin í netið.

Nú sá tað av álvara trupult út hjá AB, og tað bleiv ikki lættari, tá danin Peter Christiansen sparkaði Rafal Kwiecinski niður og varð vístur av vøllinum fyri hetta.

Yvirtalsstøðuna nýtti EB/Streymur til at skjóta eitt mál aftrat, sum Egil á Bø syrgdi fyri. Hetta var eftir hornaspark í høgru síðu, sum varð tikið stutt til Hans Paula Samuelsen. Hann legði innfyri, og eftir nakað av trunkaspæli buldraði Egil á Bø bóltin í netið til endaliga úrslitið 3-0.

Heimaliðið kundi saktans fingið fleiri mál, men vóru ikki nóg neyvir tá mongu møguleikarnir fullu, meðan argjamenn ikki høvdu ein erligan møguleika í seinna hálvleiki.

Í fyrra hálvleiki høvdu teir onkran hálvan kjansin, men dugdu teir ikki nóg væl at gagnnýta deyðbóltsstøðurnar, sum vístu seg at vera ógvuliga avgerandi í dystinum, har fótbóltslíkindini ikki vóru tey bestu.

 

EB/Streymur ? AB 3-0:

1-0: Hans Pauli Samuelsen

2-0: Sorin Anghel

3-0: Egil á Bø