EB/Streymur vann stórt á AB

Silvurvinnararnir úr EB/Streymi spældu í gjár venjingardyst ímóti AB, sum í ár skal spæla í bestu deildini fyri fyrstu ferð. Tað var nakað av muni millum liðini, tí EB/Streymur vann 5-1, eftir at støðan var málleys í hálvleikinum. Sambært heimasíðuni hjá AB royndi ein danskur spælari seg fyri fyrstu ferð við AB. Tað var Morten Overgaard, sum spældi í miðverjuni saman við Fróða Clementsen.