EB/Streymur vann seg upp á sætta plássið í Betrideildina hjá monnum við 3-1 sigri á AB inni í Vika á Argjum.
Tað var annars AB, ið kom á odda longu í sætta minutti tá Filip í Liða spældi Brian Jakobsen frían. Brian tók av møguleikanum og so var AB á odda 1-0.
EB/Streymur javnaði til 1-1 tá 24 minuttir vóru farnir av dystinum. Leigusveinurin í EB/Streyms-málinum, Steven Van Dijk kom við einum langum útsparki. Antonio Borrelli í AB-málinum fór fullkomuliga skeivur av bóltinum, ið fór uppum AB-málverjan, og so kundi Filip Djordjevic javna til 1-1, ið eisini var hálvleiksstøðan.
Tað sá leingi út til, at liðini fóru at fáa eitt stig hvør, men tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini legði Rani Hansen EB/Streym á odda 2-1 aftaná gott forarbeiðið hjá Mikkjal Hellisá. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Niklas Kruse til 3-1, og so kundu sundalagsfólk stórfegnast um ein kærkomnan sigur.
Í morgin klokkan 15 spæla B36 og TB á ovara vølli í Gundadali í Havn, og samstundis byrjar dysturin í Fløtugerði í Fuglafirði millum ÍF og HB. Klokkan 16 byrjar dysturin á Svangaskarði á Toftum millum B68 og 07 Vestur.
AB- EB/Streymur 1-3 (1-1)
1-0 Brian Jakobsen (6.)
1-1 Filip Djordjevic (24.)
1-2 Rani Hansen (85.)
1-3 Niklas Kruse (92.)
Kelda: dystir.fo
Nr | LIÐ | ST | DS | VD | JD | TD | MF | MÍ | MM |
1. | KÍ | 48 | 17 | 16 | 0 | 1 | 45 | 10 | 35 |
2. | HB | 38 | 17 | 12 | 2 | 3 | 42 | 10 | 32 |
3. | B36 | 37 | 17 | 12 | 1 | 4 | 36 | 17 | 19 |
4. | Víkingur | 33 | 18 | 10 | 3 | 5 | 39 | 19 | 20 |
5. | 07 Vestur | 26 | 17 | 8 | 2 | 7 | 29 | 27 | 2 |
6. | EB/Streymur | 16 | 17 | 5 | 1 | 11 | 15 | 32 | -17 |
7. | TB | 15 | 17 | 4 | 3 | 10 | 12 | 37 | -25 |
8. | B68 | 14 | 17 | 3 | 5 | 9 | 17 | 31 | -14 |
9. | ÍF | 12 | 17 | 4 | 0 | 13 | 15 | 40 | -25 |
10. | AB | 10 | 18 | 3 | 1 | 14 | 13 | 40 | -27 |