EB/Streymur greiddi sína skyldu sum oddalið móti botnliðnum, FC Suðuroy, men talan var als ikki um nakran lættan dyst. FC Suðuroy fekk av at vita í Gundadali fyri eini viku síðan og avrikið var vánaligt. Á jóansøku vóru menn sum Heini Vatnsdal, Sasa Kolman og Poul N. Poulsen tøkir aftur og tað gjørdi mun. Bara ikki nokk til at steðga oddaliðnum.
»Týpiskt Arnbjørn mál«
Í fyrra hálvleiki var EB/Streymur tó omaná og hevði fleiri onkrar møguleikar at leggja seg á odda. Millum brennivargarnar vóru Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen.
– Eg haldi vit hava gott tamarhald á fyrra hálvleiki og vit koma til tríggjar ella fýra góðar møguleikar, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi.
Tá fyrri hálvleikur var ein hálvan tíma gamal kom hol á. Arnbjørn Hansen verður spældur leysur í brotsteginum og smekkar bóltin flatt í handara síðunet.
– Hatta var eitt týpiskt Arnbjørn mál, sigur Heðin Askham um málið hjá framherjanum, sum er tað fimta í ár.
Í seinna hálvleiki kom FC Suðuroy nógv betri við og hevði fleiri møguleikar at javna, men inn vildi bólturin ikki. EB/Streymur megnaði ikki at týsta botnliðið á sama hátt sum í fyrra hálvleiki. Heimaliðið kom eisini til einar tveir ella tríggjar góðar málmøguleikar, men inn vildi bólturin ikki.
– Hetta var eitt heilt annað FC Suðuroy lið í mun til tað, sum tapti 6-0 móti HB. Teir hava fleiri mans tøkar aftur og teir stríddist manniliga allan dystin, sigur Heðan Askham.
Hóast avrikið var nógv betur hesa ferð, so er sannleikin tann, at FC Suðuroy framvegis bara hevur trý stig og frástøðan upp til bjargingina er økt við trimum til 11 stig.
Úrslitini um vikuskiftið høvdu somuleiðis tað við sær, at EB/Streymur nú er trý stig á odda, tí Víkingur spældi javnt móti HB.