Tað var dystur um triðja plássið og dystur um at halda fast í oddanum hjá HB og EB/Streymi, sum brustu saman í nógva vindinum í Gundadali í dag.
HB sat gjøgnum dystin meir á bóltinum, meðan sundalagsmenn lúrdu eftir mótálopum. Hálvleiksstøðan var 0-0, hóast EB/Streymur hevði ein risa møguleika at leggja seg á odda, men Tróndur Vatnhamar í HB-málinum vardi meistarliga fyri.
Í seinna hálvleiki eydnaðist tað EB/Streymi at fáa einasta málið í dystinum. John Heri Dam kastaði eitt langt innkast til Sorin Anghel, sum fekk snittað bóltin í mál til 1-0.
Eftir hetta tók HB fullkomiliga um róðrið, og høvdu millum annað ein góðan møguleika at javna, tá ið Rasmus Nolsøe skeyt eitt fríspark á mál, sum varð bjargað á sjálvari málstrikuni.
Liðini liggja nú jøvn í stigum, men HB hevur betri málúrtøku.
HB - EB/Streymur 0-1 (0-0)
0-1, Sorin Anghel