EB/Streymur vann botndystin

Botndysturin í 2. deild, sum var spældur á Mølini á Eiði, endaði við heimasigri.

2. deild menn:

EB/Str.-GÍ 2-1 (1-1)


Spælararnir hjá EB/Streymi, sum ikki hava vunnið nógvar dystir í ár, vóru omaná tá teir gulu og bláu úr Gøtu vitjaðu.

Bæði liðini royndu at spæla bólt, og tað var eisini gott spæl at síggja mesta av tíðini. Tað gjørdi góðan mun, at bæði liðini høvdu spælarar á liðnum, sum veruliga hava hegni at spæla. Hjá EB/Streymi var Jákup Martin Joensen, sum áður hevur roynt seg í B36, við, og hann gjørdi góðan mun hjá heimaliðnum. Jákup Martin, sum er búsitandi niðri, var við fyri seinastu ferð hesaferð, men í Sundalagnum tosa teir nú um at senda boð eftir Jákup Martini til onkran dyst seinni í ár.

Hjá GÍ spældi Erland Tvørfoss á miðvøllinum, og millum aðrar gamlar kenningar kunnu nevnast Janus Rasmussen, Símun Petur Justinussen og Svend Olsen.

EB/Streymur legði seg á odda, tá okkurt um 20 minuttir vóru spældi av dystinum. Eitt innlegg varð sent inn í brotsteigin hjá GÍ, og har stútaði Brian Jensen móti málinum. Ein GÍ-verjuspælari royndi bjarga, áðrenn bólturin fór um strikuna, men hann hjálpti bara bóltinum seinasta teinin í málið.

GÍ svaraði aftur longu ein minutt seinni, tá ein hornasparksstøða endaði við einum frágera góðum málið. Bólturin varð sendur innfyri, men ein var spælarunum hjá EB/Streymi stútaði bóltin út úr brotsteiginum. Har tók Erland Tvørfoss ímóti, hann gjørdi skjótt av, smekkaði til, og bólturin streyk upp í samankomingina.

So høvdu liðini gjørt hvør sítt mál, og tað fóru tey til hálvleik við.

Í seinna hálvleiki var aftur javnt spæl. Bæði liðini hildu nógv fólk røttu megin bóltin, og tí spurdist ikki so nógvir kjansir burtur úr.

Men tá eitt korter var eftir at spæla fór EB/Streymur fram um. Vinjard Dam hevði seinasta fótin á bóltinum, sum var sendur inn úr síðuni, og síðani longdur inn í brotsteiginum við høvdinum á einum av spælarunum á heimaliðnum.

Tá tóktist sum leiðslan kom óvart á heimaliðið. Restina av tíðina spældu teir ótrygt og vóru fjálturstungnir. GÍ tók fullkomiliga yvir, og seinasta korterið skuldu teir havt fingið í minsta lagi eitt mál.

Símun Petur Justinussen, gamli topsskorarin í 1. deild, hevði fleiri naskar royndir, og hann skuldu havt skorað. Serliga í einu støðuna, tá kjansurin tóktist verða upplagdur, men Karsten Vang í málinum hjá EB/Streymi snýtti álopsmannin hjá GÍ.

Dysturin endaði tí við heimasigri.