EB/Streymur vann

EB/Streymur er framvegis besta boðið upp á vinnara av silvurkrónunum.

Í 1. hálvleiki í heimadystinum ímótí ÍF var tað 2-2. Ikki fyrrenn í yvirtíðini av 2. hálvleiki varð aftur mál.

Tað var EB/Streymur, sum skoraði sigursmálið. Hans Pauli Samuelsen sendi fríspark av brotsteigarmarkinum í málið aftanfyri Andras Gango.

Sigurin ber við sær, at EB/Streymur framvegis er besta boðið at vinna silvurmerkini.