##med2##
Víkingur vann fjórða dystin á rað í Betrideildini, tá teir í Hólmanum á Eiði vunnu tryggan 4-1 sigur á heimaliðnum, EB/Streymi, ið tapti fjórða dystin á rað.
EB/Streymur-Víkingur 1-4 (0-1)
15' 0-1: Sølvi Vatnhamar br.
66' 0-2: Dion Splidt
69' 0-3: Philip Djordjevic
86' 1-3: Ragnar B. Danielsen br.
92' 1-4: Philip Djordjevic
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Petur Asbjørn Lervig segði frá teimum fimm málunum, og teimum báðum brotssparksstøðunum, ið vóru í dystinum. Teitur Joensen var viðmerkjari.
2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við liðskiparan hjá EB/Streymi, Rógva E. Nielsen, ið harmast um brotssparki Víkingur fekk í fyrra hálvleiki, og at málverjin, Petur Zachariassen fekk reytt kort í støðuni. Tað var hart hjá EB/Streymi at spæla 75 minuttir við 10 monnum.
3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við landsliðsspælaran hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar, ið heldur, at teir í Víkingi ikki fingu nóg nógv burturúr í fyrra hálvleiki, men tað fingu teir í væl størri mun í seinna hálvleiki. Petur Asbjørn og Sølvi róðu eisini aftur á avrikini hjá landsliðnum móti Spania og Noregi.
4) Hoyr Teit Joensen taka samanum dystin. Samlað ein uppiborin sigur til Víking, men fyritreytirnar hjá EB/Streymi fyri einum frægari úrslitið blivu oyðilagdar tíðliga í dystinum, tá Petur Zachariassen í málinum fekk reytt kort.
Í Runavík syrgdi Klæmint A. Olsen við tveimum málum fyri, at NSÍ vann 2-0 á AB á eystanstevnu. Málini komu í 58. og 76. minutti.
Í morgin klokkan 15 spæla ÍF og HB í Fuglafirði og TB og B36 spæla í Trongisvági. In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum í manshondbólti millum Danmark og Føroyar á FM1. Gunnar Djurhuus verður viðmerkjari. Byrjað verður við upptakt klokkan 16. Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Støðan í Betrideildini:
| Betrideildin: | |||||||||
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| 1. | KÍ | 13 dystir | 10 | 2 | 1 | 33:10 | 32 stig | ||
| 2. | NSÍ | 13 | 10 | 1 | 2 | 35:12 | 31 | ||
| 3. | Víkingur | 13 | 9 | 2 | 2 | 29:16 | 29 | ||
| 4. | B36 (S) | 12 | 9 | 0 | 3 | 21:12 | 27 | ||
| 5. | HB (M) | 12 | 6 | 3 | 3 | 25:16 | 21 | ||
| 6. | Skála | 13 | 5 | 0 | 8 | 15:16 | 15 | ||
| 7. | TB | 12 | 3 | 3 | 6 | 11:24 | 12 | ||
| 8. | EB/Streymur | 13 | 2 | 1 | 10 | 16:36 | 7 | ||
| 9. | ÍF (u) | 12 | 1 | 1 | 10 | 9:29 | 4 | ||
| 10. | AB | 13 | 1 | 1 | 11 | 14:37 | 4 |











