Um vikuskiftið skrivaðu Tryggingarfelagið Føroyar og EB/Streymur undan eina stuðulsavtalu, sum er galdandi fyri kappingarárið 2006. Hetta er triðja árið á rað, at partarnir samstarva á hendan hátt.
EB/Streymur hevur seinnu árini verið millum tey frísku og spennandi liðini í føroysku fótbóltskappingini, og málið er framvegis at vinna fram millum tey fremstu í Formuladeildini.
Tað hevur nógv at siga fyri okkum, at vit hava ein góðan høvuðsstuðul, tí í dag skal nógv til, um tú ætlar tær at berjast við tey bestu. Og tað ætla vit, sigur Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi.
- At etablera seg í fremstu deildini krevur sítt, men nú royna vit at stevna móti hægri málum. Vit hava í ár sett okkum fyri at koma fram millum trý tey fremstu.
Hugaligt at stuðla
Avtalan, sum nú er undirskrivað, er við smávegis broytingum tann sama, sum hon var frammanundan, og Tryggingarfelagið Føroyar sær fram til enn eitt ár við góðum samstarvi við liðið í Sundalagnum.
- Tey framstig, vit hava sæð í EB/Streymi seinnu árini, gera tað sera hugaligt at halda fram sum høvuðsstuðul, tí felagið arbeiðir sera miðvíst og seriøst. Tað er nakað, ið hóvar okkum væl, sigur Jónsvein Simonsen, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.
- Vit síggja møguleikar í liðnum, sum trygt og spakuliga hevur otað seg longur fram á stigatalvuni, og tá avrikini tala fyri seg, hava vit eisini eina størri kenslu av, at okkara stuðul kann gera mun.
Hann sigur seg vóna, at framhaldandi stuðulssamstarvið kann geva EB/Streymi møguleika fyri at røkka enn longur fram á leið, og hann vísir á, at gongdin hesi seinnu árini hevur víst, at felagið ger støðug framstig.
- Samstarvið við EB/Streym higartil hevur víst, at felagið til fulnar hevur livað upp til tær vónir, vit gjørdu okkum frammanundan, so tí er hetta ein góð avtala og eitt gott samstarv fyri báðar partar, sigur Jónsvein Simonsen.
Stórt sæð sama fólkið
Sundalagsmenn eru eisini fegnir um stuðulin, og teir síggja sponsoravtaluna sum ein týðandi part av teimum framtíðarætlanum, EB/Streymur hevur.
- Um vit bara taka hetta komandi kappingarárið, so eru vit her norðuri sera spent, tí vit halda okkum hava eitt gott lið til kappingina. Her er stórt sæð sama fólkið, so tað er ein støðugur hópur, ið enn eina ferð skal staðfesta EB/Streym á fótbóltsliga føroyakortinum, sigur Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi.
- Vit hava eisini tey seinnu árini fingið glett okkum um, at vit hava ment ungar og góðar spælarar, ið megna at spæla seg til pláss á liðnum. Hesir eru nú mentir og hava fingið góðar royndir, so við fólki stendur bara væl til hjá okkum.
Í fjør megnaði EB/Streymur at geva mongum av oddaliðunum ein skarpan gang, og eitt skifti í kappingini vóru sundalagsmenn við heilt har frammi. Við kappingarenda lógu teir í miðjuni, eitt sindur aftan fyri oddaliðini og langt framman fyri botnliðini.
- Stuðulsavtalan við Tryggingarfelagið Føroyar ger tað nógv lættari hjá okkum at arbeiða. Hon hevur nógv at siga fyri felagið, tí við henni hava vit nakrar møguleikar, vit annars ikki høvdu havt, sigur Rólant Højsted.