Talan er um Fróða Vang, Fríðrik Højsted og Andreas Poulsen, sum allir eru 17 ára gamlir, og so Bartal Hermansen, Pætur Dahl, Brian Hansen og Tonny Kruse, sum allir eru 18 ár.
Hesir hava skrivað undir tvey-ára sáttmála við EB/Streym. Hetta eru leikarar av Eiði, Oyrarbakka, Oyri, Hvalvík og Hósvík, og vóru teir allir við at manna 2. deildarliðið hjá EB/Streymi, sum fekk bronsu í fjør. Komandi kappingarár skulu teir ætlandi slúsast inn í Formulahóp felagsins.