EB/Streymur má í kvøld klistra svart klistriband útyvir flestu av lýsingunum á troyggjuni.
Føroysku meistararnir hava rent seg í óvæntaðar trupulleikar í Andorra. Heimaliðið, FC Lusitans, boðaði EB/Streymi frá, at teir ætlaðu at spæla í reyðum troyggjum. Nú hava teir brádliga boðað frá, at teir fara at spæla í hvítum. Hetta kemur illa við hjá EB/Streymi, sum hevur prentað eitt hvítt sett til dystin í kvøld.
UEFA hevur strangar reglur fyri hvussu stórar og nógvar lýsingarnar kunnu vera á spælaratroyggjunum. Tí er neyðugt at prenta serligar búnar til Champions League og Europa League dystir. Hetta hevur EB/Streymur gjørt, men trupulleikin er, at tær eisini eru hvítar.
Úr Andorra frætta vit, at EB/Streymur eisini hevur eitt sett av vanligum spælaratroyggjum við, sum teir brúka í Effo-deildini. Nú er neyðugt at klista svart klistriband yvir lýsingarnar tí tær lúka ikki treytirnar hjá UEFA.
- Vit fingu fyrst at vita umvegis telefon frá Lusitanos, at teir spældu í reyðum troyggjum. Tí tóku vit eitt hvítt sett við, sum er prentað til endamálið. Nú vit koma her, so skulu teir spæla í hvítari troyggju, so vit mugu nýta okkara blá/svørtu. Vit hava eitt sett við, men tað eru vanligu spælitroyggjurnar, har vit í ár hava fimm ymiskar stuðlar á. Tað góðtekur UEFA ikki, so vit mugu klistra svart klistriband á lýsingarnar. Um ikki, so kunnu vit risikera bót frá UEFA, sigur Sofus Debes Johannesen, sum millum annað stendur fyri heimsíðuni hjá EB/Streymi.
So er at vóna fyri EB/Streym, at klistribandið ikki dettur av og UEFA kemur eftir teimum fyri at spæla við ov nógvum lýsingum. Tað er fyrr sæð, at UEFA revsar fjaldum lýsingum og líknandi hendingum við harðari hond. Tað kennir millum annað Nicklar Bendtner alt til, tá hann undir EM endaspælinum í fjør vísti fram einar undirbuksur við navninum á eini veddingarfyritøku fram.
Dysturin millum EB/Streym og FC Lusitans verður í kvøld klokkan 18.30.
Mynd: (Sofus Debes Johannesen) Jón Láadal, liðleiðari, og Sarita Vesturdal Vesturtún, fysioterapeut, stríðist við at klistra á lýsingarnar á troyggjuni










