EB/Streymur til Andorra

Felagsliðið úr Sundalagnum sleppur undan at fara longu og drúgvu ferðina til Armenia, tí í lutakastinum í Champions League undan­um­farinum, sum var fyrra­partin í dag, gjørdist greitt, at EB/Streymur skal spæla í móti FC Lusitans úr Andorra.
EB/Streymur spælir fyrsta dystin á útivølli tann 2. juli, meðan heimadysturin verður eina viku seinni, tann 9. juli. Sostatt gjørdist talan um eitt fínt lutakast, tí ítróttarliga, fíggjarliga og landafrøðiliga hevði tað verið ein harður umgangur hjá EB/Streymi at trekt Shirak úr Armenia. Hesir skulu nú dystast við SP Tre Penne úr San Marino.
Í sendingini 3. hálvleikur á Rás2 í gjár gjørdi Rúni Nolsøe, venjari hjá EB/Streymi, greitt, at hann nógv heldur sá, at EB/Streymur skuldi til lítla fjallalandið, sum liggur á markinum millum Spania og Frakland, heldur enn at skula longu leiðina til Armenia.