EB/Streymur tekur kæruna aftur

Í einum skrivi í dag til Yvirkærunevndina hevur EB/Streymur boðað frá, at felagið tekur kæru sína aftur, og at felagið sostatt tekur við tí avgerð, sum Aganevndin tók tann 12. juli í málinum um ólógliga peningaflutningin.

 

Yvirkærunevndin var annars farin undir at viðgera málið um EB/Streym og hevði sent málið til partarnar til hoyringar. Yvirkærunevndin sendi málið til EB/Streym og til Aganevndina til hoyringar.

 

Aganevndin hevur í drúgvum ummæli svarað kæruni frá Loyvisnevndini og EB/Streymi. Í svari sínum hevur Aganevdnin gjølla lýst galdandi rættarstøðu sambært fótbóltsregluverkinum og kærubygnaðin. Aganevndin vísir øllum kærupunktunum frá Loyvisnevndini aftur.

 

EB/Streymur sigur í skrivi sínum, at felagið í svarskrivinum frá Aganevndini til Yvirkærunevndina hevur fingið eina meira nágreiniliga frágreiðing um niðurstøðuna og tær grundir, ið liggja aftan fyri avgerðina hjá Aganevndini, og at felagið á hesum grundarlagi ynskir at leggja hetta mál aftur um seg.

 

Yvirkærunevndin skal sostatt bert taka støðu til kæruna frá Loyvisnevndini. Freistin hjá Loyvisnevndini at gera endaligar viðmerkingar til málið er týsdagin 2. august 2011.