Tvey lið í 1. deild hjá monnum hava verið í leiki í dag. Vesturi á Eiðinum í Vági tók FC Suðuroy ímóti EB/Streymi. Undan dystinum var EB/Streymur á øðrum plássi við 29 stigum, meðan FC Suðuroy var nummar fimm við 19 stigum. Tískil má sigast, at ein sigur til heimaliðið í dag helst var eitt krav, um FC Suðuroy skal gera sær nakra vón um at spæla í Effodeildini, sum felagið flutti niður úr í fjør, í komandi kappingarári.
Tað var tó EB/Streymur, sum higartil er ósigrað í ár, ið fór avstað við øllum trimum stigunum. Avgerðin í dystinum fall eftir 49 minuttir, tá ið venjarasonurin hjá EB/Streymi, Ragnar B. Danielsen, skoraði einsamalla málið í dystinum. Venjari hjá EB/Streymi er Olgar Danielsen.
Við sigrinum hevur EB/Streymur yvirtikið fyrsta plássið frá 07 Vestur. Tað tykist ikki at vera nakar sum helst ivi um, at tað verða hesi bæði felagsliðini, sum flyta upp í Effodeildina í ár, tí at eftir 12 umfør hava bæði liðini 32 stig, og eru tey ósigrað. Bæði liðini hava vunnið 10 av sínum dystum, meðan tveir eru endaðir við javnleiki.
Heili 11 stig eru niður til Giza Hoyvík, sum er nummar trý í deildini, og tessvegna skal nógv náa at broyta seg, um tað ikki verða EB/Streymur og 07 Vestur, ið skulu spæla við í fínasta selskapinum í komandi kappingarári.
FC Suðuroy verður verandi sum nummar fimm við 19 stigum, men tó kunnu suðuroyingarnir ugga seg við, at teir hava spælt ein dyst færri enn næstan øll hini liðini í deildini - FC Suðuroy hevur bara spælt 11 dystir higartil. Í núverandi støðu tykist tað tó at vera óhugsandi, at sunnari parturin av Suðuroynni verður umboðaður í Effodeildini í komandi kappingarári.