Skal metast eftir oddsunum, sum veddararnir hjá Nordicbet geva, so eru størstu favorittarnir hetta vikuskiftið at finna á Eiði og í Havn. Í Gøtu verður roknað við, at gestirnir hava besta møguleikan, og tó at roknað verður við jøvnum dysti á Skála, so eru heimamenninir her lítlir favorittar at taka stigini. Oddsini, sum kunnu finnast á heimasíðuni, www.nordicbet.com, eru hesi:
Dystur 1 X 2
GÍ-NSÍ 2,70 3,40 2,05
B36-ÍF 1,25 4,60 7,50
EB/S-TB 1,20 5,30 7,90
Skála-HB 2,15 3,40 2,55