EB/Streymur styrkir verjupartin

Venjarin hjá EB/Streymi, Rúni Nolsøe, váttar fyri Norðlýsinum, at felagsliðið úr Sundalagnum hevur knýtt ein gamlan kenning aftrat hópinum, sum skal styrkja um verjupartin hjá felagnum í summar.

 

Talan er um 25 ára gamla havnarmannin Dánjal Davidsen, ið áður hevur spælt 49 landskappingardystir fyri EB/Streym árini frá 2008 til 2010.

 

Rúni Nolsøe sigur við Norðlýsið, at Dánjal Davidsen verður tøkur hjá EB/Streymi átta dystir í summar frá 24. juni at rokna.

 

EB/Streymur kom ógvuliga illa frá kappingarbyrjan, men síðani Egil á Bø kom aftur á liðið í steypakappingardysti í móti HB tann 5. mai, hevur liðið ikki tapt ein dyst. Og nú verður verjuparturin styrktur uppaftur meiri við Dánjali Davidsen.