Alt bendir á, at toppliðið EB/Streymur í kvøld verður nærri fyrsta FM heitinum, enn teir higartil hava verið.
Eftir ein stóran tíma hevur Arnbjørn Hansen økt um EB/Streyma leiðsluna til 2-0. KÍ hevur eftir steðgin roynt at leggja trýst á, og onkrar spentar støður hava verið í brotsteiginum frammanfyri Gunnar á Steig.
Í snarálopi var Arnbjørn Hansen frammanfyri KÍ verjuna, og so legði hann bóltin í málið aftanfyri Jákup Mikkelsen.
Arnbjørn Hansen er toppskjútti í Formula deildini, og tað var eisini hann, sum í 1. hálvleiki skoraði fyrsta málið hjá EB/Streymi.