Fótbóltsfeløg kring alt Evropa taka í hesum døgum lut í einum tiltaki hjá ECA, European Club Association, ið eitur 90 minutes for hope.
Verkætlanin gongur út upp á, at feløg lata eina evru av hvørjum seldum atgongumerki til onkran av teirra heimadystum. Peningurin fer til ein hjálparfelagsskap, ið hjálpir flóttafólkum, ið líða neyð.
B36 hevur longu boðað frá, at tey stuðla tiltakinum, og lata pening frá atgongumerkjasøluni til AB dystin í vikuskiftinum, og nú boðar EB/Streymi frá, at tey eisini taka lut í tiltakinum. Sostatt letur felagið eina evru av hvørjum seldum atgongumerki til dystin móti TB í vikuskiftinum.
- Sjálvt um okkara íkast verður ein lítil upphædd í mun til tørvin, so vilja vit við hesum geva okkara íkast at hjálpa hesum fólkum, sum eru í neyð, verður sagt frá nevndini hjá EB/Streymi í tíðindaskrivi í dag.