So at siga eingir málmøguleikar vóru í fyrra hálvleiki, sum bert bjóðaði upp á fýra gul kort, eitt til gestirnar og trý til HB.
Um miðan seinna hálvleik makaði vindurin, og tá fleyt spælið munandi betri, serliga hjá HB. Men teir megnaðu kortini ikki at lirka tøttu EB/Streymaverjuna upp.
Móti endanum trýsti heimaliðið rættiliga, men tað var í einum mótálopi í yvirtíðini, at nýliga innskifti Brian Olsen fekk ein bólt úti í vinstru síðu, og hansara skot ella innlegg rakti Hans á Lag. Hetta snýtti HB-málverjan, sum bert kundi hyggja eftir, meðan bólturin trillaði inn í netmeskarnar.
So EB/Streymur streyk avstað við sigrinum, meðan HB stóð eftir við ongum.