Í annaðkvøld fær EB/Streymur og viðhaldsfólk teirra størstu upplivingina nakrantíð, tá sundalagsmenn skulu takast við Manchester City. Verjan hjá EB/Streymi skal ikki stríðast við brasilianska álopsleikaran, Jo. Hesin er tikin út til brasilianska OL-hópin, og er hann tí ikki tøkur hjá Mark Hughes, Manchester City venjara. Benjani Mwaruwari er eisini skaddur, og tí verður tað antin Ched Evans ella Daniel Sturridge, sum skal verða makkari hjá Darius Vassel í Manchester City álopinum. Manchester City hevur annars boðað frá í dag, at teir hava keypt ísraelsmannin, Ben Haim frá Chelsea. Dysturin millum Manchester City og EB/Streym verður á Oakwell Ground í Barnsley. Heimavøllurin City of Manchester Stadium hevur verið nógv nýttur til konsertir í juli, og er tí ikki klárur til fótbóltsdystir enn.