EB/Streymur skrivað fýra sáttmálar

EB/Streymur hevur í kvøld kunngjørt, at nýggjur sáttmáli er skrivaður við fýra spælarar

EB/Streymur tykist ætla at hava stóran part av hópinum kláran, áðrenn farið verður til ársveitsluna, sum tey vanliga hava sama kvøld, sum seinasti landskappingardysturin er spældur.

 

Í kvøld hevur felagið boðað frá, at sáttmáli er skrivaður við fýra spælarar.

 

Arnar Dam hevur leingi verið partur av besta hópinum hjá felagnum. Hann hevur verið plágaður av skaða í vár, men í seinnu kappingarhálvu hevur hann aftur verið til dystin fús. 

 

Arnar hevur skrivað sáttmála fyri 2015, og tað sama hava Jóhannes Hansen og Hanus Olsen, sum báðir hava verið kring besta liðið, men fyri tað nógva hava spælt á næst besta liðnum hjá EB/Streymi.

 

Hartil er trý-ára sáttmáli skrivaður við Eyðstein Zachariasen. Eyðstein, sum er 16 ára gamal, hevur verið partur av føroysku U-landsliðunum í fleiri umførum, og herfyri var hann partur av U17-landsliðnum, sum spældi í Norðurírlandi.