Fyri bert fáum árum síðani myndaði EB/Streymur oddin í føroyskum fótbólti. Felagið vann FM-heitið seinast í 2012 og árið eftir eydnaðist tað felagnum at leika seg víðari úr fyrsta undanumfari í Champions League.
Í dag er støðan ein heilt onnur. Leikarafrágongdin í felagnum var stór aftaná seinasta kappingarár, og aftaná 16 umfør er EB/Streymur aftast við seks stigum. Sjey stig eru upp til FC Suðuroy, ið er røttu megin niðurflytingarstrikuna. Ein orsøk til, at tað hevur gingið so illa er, at EB/Streymur hevur skorað alt ov fá mál. Serliga á heimavølli hevur verið striltið hjá sundalagsfelagnum við málskjótingini.
Vit skulu aftur til 12. apríl fyri at finna seinasta málið, ið EB/Streymur hevur skorað á heimavølli. Tá var tað Súni Olsen hjá Víkingi, ið gjørdi sjálvmál í dysti, sum Víkingur vann 1-2. Síðani tann dystin hevur EB/Streymur spælt fimm heimadystir, ella 450 minuttir á egnum vølli, har tað ikki hevur eydnast sundalagsmonnum at skora mál.
Leygardagin skal EB/Streymur spæla við Stórá í Trongisvági ímóti TB. TB hevur ikki vunnið í fimm dystum, meðan EB/Streymur hevur tapt seks dystir á rað. Tískil eru tað tvey sigurshungrandi lið, ið hittast við Stórá leygardagin.










