EB/Streymur skikkaði sær best

Í løtuni er samkoma á Hvonn, har heiðurslønir fyri ymisk avrik í júst lokna fótbóltsárinum verða handaðar.

Fyrsta heiðurslønin var fyri Leikum fagurt, og ta heiðurslønina vann EB/Streymur. Á næstfremsta plássinum var HB, og KÍ var á triðja plássi.

Fyri hvørt gult kort verður eitt stig givið, og fyri hvørt reytt kort verða trý stig latin. Tað ræður um at vinna so fá stig sum møguligt, og tað var EB/Streymur, sum hevði fægstu stigini.

Rás2 sendir frá samkomuni á Hvonn.

Christian Andreasen, formaður í Fótbóltssambandinum, handaði formanninum í EB/Streymi steypið, sum er latið av svenska Føroya vininum Søren Flink. Hann hevur á heimasíðu síni fylgt við alt kappingarárið, hvussu tað hevur gingið við Leikum fagurt.