EB/Streymur skal til Litava ella Aserbadjan

Tað er nú greitt, at EB/Streymur skal spæla móti annað hvørt FK Banga úr Litava ella Qarabag FK úr Aserbadjan, tá annað undanumfari til bólkaspælið í Europe League skal avgreiðast.

 

Sundalagsmenn, sum vunnu steypakappingina í fjør, skal spæla móti vinnaranum av dystunum millum FK Banga og Qarabag FK.

 

Lutakastið háttaði seg so fyri føroysku liðini í dag:

 

Champions League:

HB – Malmø (Svøríki)

 

Europe League:

NSÍ – Fulham (Ongland)

ÍF – KR Reykjavík (Ísland)

EB/Streymur – FK Banga (Litava) ella Qarabag FK (Aserbadjan)