EB/Streymur skal hevna seg

EB/Streymur hevur havt eitt gott tak á KÍ síðani liðið kom í bestu deildina, men á seinasta leikdegi í fjør oyðiløgdu klaksvíkingar alt kappingarárið fyri EB/Streym, og tað skal hevnast sunnudagin

Nú skal tað hevnast, at Paul Clapson buldraði bóltin í netið miðskeiðis í seinna hálvleiki á seinasta leikdegi í fjør og harvið sendi meistaraheitið til Havnar, eftir at felagsliðið úr Sundalagnum hevði ligið á ovastu rók so at siga alt kappingarárið.
Eins og í fjør hevur EB/Streymur fingið eina góða byrjan uppá árið. Fýra sigrar á rað, áðrenn B36 hálaði sundalagsmenn niðuraftur á jørðina seinasta sunnudag.
Tá vantaði EB/Streymi skadda Rafal Kwiecinski og leikbannaða John Hera Dam. Nú er havnarmaðurin við aftur, meðan tað er ógvuliga ivasamt, hvørt kviki póllendingurin verður klárur.
Arnbjørn Hansen er heldur ikki við í hópinum, sum fer ókeypis norður gjøgnum tunnilin. Hann breyt eitt bein í fótinum í steypadystinum móti B71, og nakrar vikur aftrat ganga áðrenn Arnbjørn gongur aftur sum vant.

Hátíðarhalda tunnilin
Klaksvíkingar tykjast ikki at hugsa so nógv um, at teir oyðiløgdu kappingarárið fyri EB/Streym. Sunnudagin fyllir Norðoyatunnilin eitt ár, og hetta ætla klaksvíkingar at hátíðarhalda við millum annað at vinna á EB/Streymi.
Tað verður tó ikki bara sum at siga tað, tí Tony Paris vantar fleiri leikarar. Erling Fles hevur verið skaddur í eina góða viku nú. Hann hevur trupulleikar við fótinum og verður heldur ikki við sunnudagin. Chris Cerroni er næsti skaddi leikarin. Hjá honum er tað lærið, ið darvar, og hann verður heldur ikki við.
Triðji leikarin á skaðalistanum er Kaj Ennigarð. Hann varð borin av vøllinum í Sarpugerði mikukvøldið, tá knæið ikki vildi meira. Skurin í Klaksvík hevur ikki vant í vikuni og satt at siga vita tey í KÍ ikki, hvussu álvarsamur skaðin hjá Kaj Ennigarð er.
Tískil duga tey heldur ikki at meta um, hvørt hann verður við, tá EB/Streymur kemur norður til tunnilshaldið sunnudagin.