EB/Streymur/Skála vunnu trivaligan sigur á KÍ

Kvinnurnar hjá EB/Streymi/Skála vunnu ikki minni enn 4-1 á KÍ í oddadystinum á Skála í dag

Fyri løtu síðani var oddadysturin í bestu kvinnudeildini millum EB/Streym/Skála og KÍ, sum var spældur á Skála bríkslaður av.

 

Úrslitið var, at EB/Streymur/Skála vann ikki minni enn 4-1, og hevur sostatt yvirtikið oddasessin í bestu kvinnudeildini.

 

Heidi Sevdal legði heimaliðið á odda í 32. minutti, og hon økti til 2-0 tveir minuttir seinni. Tá 18 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki minkaði Hervør Olsen um munin til 2-1. Í seinasta minutti av vanligu leiktíðini skoraði Randi Fagradal til 3-1, og Marita Jarnskor staðfesti sigurin við at skora til 4-1 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Heimildarmaðurin hjá in.fo staðfestir, at frøin á heimafólkunum er ovurhonds stór, og nú livir FM-vónin framvegis í Sundalagnum, og á vestara arminum á Skálafjørðinum.

 

EB/Streymur/Skála er á odda við 24 stigum. KÍ hevur 21 stig, men hevur spælt ein dyst færri enn EB/Streymur/Skála. HB er á triðja plássi við 15 stigum. B36 og B68 hava seks stig hvør, og aftast er ÍF/Víkingur við trimum stigum. 

 

Tveir dystir eru eftir millum oddaliðini. 16. august møtast liðini í Klaksvík, og í seinasta umfarinum 7. oktober møtast liðini á Skála aftur.