EB/Streymur/Skála hevur kós móti steypafinaluni

Kvinnur: Tað stendur á jøvnum millum KÍ og HB

Í gjár vóru fyrru hálvfinalurnar steypakappingini hjá kvinnum. EB/Streymur/Skála vann greiðan 4-1 sigur á B36, meðan KÍ og HB spældu javnleik 2-2 í Klaksvík.

Nógv bendir á, at steypavinnararnir úr EB/Streymur/Skála aftur í ár verða ein partur av steypafinaluni. Felagsliðið vann í gjár 4-1 á B36 í Hólmanum á Eiði. Heimaliðið var á odda 3-0 longu aftaná ein hálvan tíma. Margunn Lindholm skoraði tvær ferðir, eftir at Lea Lisberg longu í fjórða minutti legði heimaliðið á odda. Í seinna hálvleiki økti Silja Augustinussen til 4-0, áðrenn Bára Magnussen minkaði um munin fyri gestirnar úr B36.

Í Klaksvík var spenningur til tað seinasta í dystinum millum KÍ og HB. Tvær ferðir var KÍ og tvær ferðir svaraði HB aftur. Ragna Patawary og Liljan Jacobsen skoraðu fyri heimaliðið. Málskjúttar hjá HB vóru Rebekka Benbakoura og Heidi Sevdal. Málið til 2-2 kom í seinasta minuttinum í dystinum.

Seinnu hálvfinalurnar verða 17. august. Steypafinalan hjá kvinnum 21. september.