EB/Streymur sett hjálparvenjara

Hann hevur sett gaggurnar á hillina, men verður nú partur av venjaratoyminum.

Herfyri boðaðið miðvallarin hjá EB/Streymi, Sjúrður Jacobsen, frá, at hann gavst við at spæla fótbólt á hægsta stigi, men tað vísir seg nú, at hann hóast alt ikki sleppur Effodeildini heilt.


Les eisini: Royndur miðvallari fer til EB/Streym


EB/Streymur boðar nevniliga á heimasíðu sínari frá, at Sjúrður Jacobsen er settur sum hjálparvenjari á besta liðnum hjá felagnum, har hann kemur at hjálpa Heðini Askham, høvuðsvenjara.


Sjúrður Jacobsen, sum er 41 ára gamal, hevur spælt tilsamans 319 dystir í Effodeildini við NSÍ, ÍF og EB/Streymi.