Hóast meistararnir neyvan verða meistarar aftur í ár, so er eitt pláss sum næstbest heldur ikki at forakta. Og tað verður fyri at halda fast um hetta, at EB/Streymur í dag fer á vøllin í Sarpugerði.
Har er Víkingur meira ella minni steðgað upp seinnu umførini, og hóast teir eru um at dragna í heiðursmerkjastríðnum, so kann ein sigur í dag veruliga melda teir aftur í sama stríð.
Hjá EB/Streymi er møguleikin fyri at gera hattrick móti Víkingi til staðar, og tað man kennast sum eyka motivatiónsfaktorur, at teir í steypafinaluni taptu móti júst Víkingi.