EB/Streymur og Víkingur vunnu

EB/Streymur vann á B68 og Víkingur á NSÍ, meðan KÍ í síðstu løtu javnaði ímóti Skála

Veðrið er munandi frægari nú, enn tað var fyrr í dag, og nú sær tað út til, at tað fer at eydnast at avgreiða fótbóltskappingina, sum seinnapartin er í Gundadali. Hvør dystur er ein hálvan tíma.

2. umfar er nú liðugt. Úrslitið millum Skála og KÍ var 1-1. Henrik á Fríðriksmørk legði ágrýtnu skálamenninar framum, og í evstu løtu javnaði Sørmundur Kalsø fyri KÍ.

EB/Streymur vann 1-0 á uppflytarunum í B68. Einsamalla málið skoraði ein av nýggju spælarunum í Sundalagnum, landsliðsspælarin Jónas Tór Næs.

Í grannauppgerðini millum Víking og NSÍ, var tað Víkingur, sum vann. Úrslitið var 1-0, og málskjútti var ein av nýggju og óroyndu spælarunum – Gunnar Vatnhamar.