EB/Streymur og NSÍ í kvøld

Tá møtast EB/Streymur og NSÍ nevnliga við Margáir.

EB/Streymur hevur seinastu vikurnar lyft seg upp á silvurplássið, og vinna teir í dag kunnu teir kvetta munin upp til HB niður í átta stig.

Fyrr í ár vann NSÍ tó við Margáir, og runavíkingarnir hava eisini sítt at stríðast fyri, nú teir hava møguleika at koma ájavnt EB/Streymi í stríðnum um silvurkrónurnar.