Í kappingini um løgmanssteypið stríðast EB/Streymur og KÍ um, hvat av hesum báðum liðunum skal verða annar parturin í finaluni. Teir eru komnir hálva leið í tí kappingini, og støðan er 1-1.
Í steypakappingini millum U18 liðini vóru hálvfinalurnar hóskvøldið. Úrslitið av teimum var, at EB/Streymur og KÍ skulu spæla finalu ímóti hvørjum øðrum. Finalan verður fríggjadagin 23. august.
EB/Streymur hevði í hálvfinaluni vitjan av HB. Tá ið vanliga leiktíðin var farin, var støðan framvegis málleysur javnleikur. So varð spælt tvær ferðir eitt korter í longdari leiktíð. Leingi bendi alt á, at tað fór at verða neyðugt at finna vinnaran og harvið annan finalistin í brotssparkskapping, men soleiðis varð ikki. Tríggjar minuttir undan síðsta bríksli skoraði EB/Streymur. Málskjútti var Teitur Johansen.
Í Klaksvík hevði KÍ vitjan av Víkingi. Har stóð leingi á jøvnum, men átjan minuttir undan leikloki skoraði heimaliðið, og í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, varð 2-0 sigurin staðfestur. Í báðum førum var Jákup Pauli Ziskason málskjútti.
mynd: Sofus D. Johannesen









