Fyrsti almenni fótbóltsdysturin á árinum millum lið í fremstu røð verður spældur á Ovara vølli í dag klokkan 15, tá greipuvinnararnir, EB/Streymur, spæla ímóti silvurvinnarunum í landskappingini, HB, í árliga Stórsteypadystinum um Lions-steypið.
Samstundis sum talan er um dyst millum tvey av feløgunum, ið óivað eisini fara at liggja framvið í ár, er hetta eisini ein dystur við vælgerandi endamáli, sum Fótbóltssambandið og Lions Club skipa fyri í felag. Í ár fer ágóðin av dystinum til ungdómsdeildina á Føroya Barnaheimi.
Bæði EB/Streymur og HB hava fyrr roynt seg í Stórsteypadysti, men hvørki teirra hevur enn nakrantíð vunnið Stórsteypið. EB/Streymur tapti í fjør fyri NSÍ, og HB tapti í fyrraárið fyri B36, eftir javnleik og síðani brotssparkskapping.
Atgongumerkjaprísurin er 70 krónur, men fólk kunnu saktans lata meira fyri atgongumerkið, um tey vilja stuðla góða endamálinum.
Í hálvleikinum og eftir dystin ber til at fáa ein kaffimunn í FSF-húsinum.









