HB skal koppa nýggja steyparisanum í føroyskum fótbólti, um teir ætla sær í finaluna. Tað er greitt eftir at lutakastið til hálvfinalurnar hevur verið í kvøld. Víkingur møtir FC Suðuroy.
Tað var tann tíðini, tá HB var steypaliðið í Føroyum, men nú er langt millum steypasanpsarnar. Í sundalagnum hava tey tikið leistin upp eftir HB og EB/Streymur er nú nýggja steypaliðið í Føroyum. Fýra av teimum seinastu fimm gullheiðursmerkinum í kappingini um Løgmanssteypið eru endaði í sundalagnum.
Bara í 2009 megnaði Víkingur at kroysta seg ímillum og vann á EB/Streymi í finaluni. Víkingur møtir FC Suðuroy í hinari hálvfinaluni. Liðini skulu spæla tvær hálvfinalur. Eina á heimavølli og eina á útivølli.
Finalan verður spæld á Tórsvølli leygardagin 25. august.
9. mai:
Víkingur - FC Suðuroy
EB/Streymur - HB
23. mai:
FC Suðuroy - Víkingur
HB - EB/Streymur
Finalan, 25. august:
Víkingur/FC Suðuroy - EB/Streymur/HB