EB/Streymur og HB møtast í finaluni

Klaksvíkskappingin fór av bakkastokki í dag, tá ið tveir dystir vóru á skránni. Fyrri dysturin byrjaði kl. 12.45, tá ið EB/Streymur og B36 brustu saman, og seinni dysturin, sum var millum KÍ og HB byrjaði kl 15.00.

 

Í fyrra dystinum fekk B36 eina heldur betri byrjan uppá dystin, men so við og við tók EB/Streymur yvir í fyrra hálvleiki. Sundalagsmenn fingu onkrar smávegis møguleikir, og í onnkrum føri vóru teir heilt nær við at leggja seg á odda. Stutt undan steðginum bragdaði tó hjá EB/Streymi. Ein bóltur bleiv sendur inn til Ronnie Samuelsen, sum var staddur á miðjum vølli. Hann skuldi senda ein langan bólt inn um B36 verjuna, men bólturin var ov langur, og sá út til at enda inni hjá Jákupi í málinum. Jákup fór tó fullkomiliga skeivur av bóltinum, sum so sprakk upp um málmannin og í málið. 1-0 til EB/Streym.

 

Í seinna hálvleiki var B36 betra liðið. Teir royndu at leggja trýst á EB/Streym, og teir komu eisini fram til onkrar møguleikar. Mál fingu teir tó einki, og so vann EB/Streymur dystin 1-0.

 

Í seinna dystinum møttust KÍ og HB. Her gekk javnt á fyrstu løtuna, men stutt undan steðginum tók HB leiðsluna við einum sera góðum máli frá Róki Jespersen, har hann sendi eitt langskot niður í nærmara málhorn. KÍ svaraði tó aftur stutt eftir steðgin við máli frá Kaj Ennigarð, og so stóð aftur á jøvnum millum liðini. Seint í dystinum megnaðu føroyameistararnir tó at fáa sigursmálið, tá Kári Nielsen legði HB á odda 2-1. Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, og sostatt eru EB/STreymur og HB klár til finaluna í morgin.