EB/Streymur og HB beinleiðis í annað umfar

EB/Streymur verður í summar við í lutakastinum, tá dragast skal um dystirnar í øðrum umfari av undankappingini til Champions League.

Orsøkin er, at bæði Manchester United og Barcelona, sum hava vunnið seg í finaluna í ár, eru meistarar í ávikavist Onglandi og Spania. Plássið í kappingini, sum vinnarin eigur, verður tískil ikki nýtt. Soleiðis flyta ymiskt lið upp í løgunum, og tað hevur við sær, at meistararnir úr Føroyum og Luksemburg sleppa beinleiðis í annað umfar í undankappingini.

Somuleiðis sleppur HB, sum endaði á øðrum plássi í landskappingini í fjør, beinleiðis í annað umfar av Europa League, sum UEFA CUP nú fer at kallast. B36 og NSÍ taka lut í fyrsta umfari av somu kapping.

 

EB/Streymur skal royna seg í undankappingini til Champions League í døgunum 14/15 juli og 21/22 juli.

Fyrsta undanumfar í Europa League verður spælt 2. og 9. juli, og annað undanumfar verður 16. og 23. juli.