EB/Streymur nærri oddinum

EB/Streymur hevði lítla yvirvág í 1. hálvleiki, og tað vóru teir, sum fingu fyrsta málið. EB/Streymur tiltuskaði sær brotsspark, og hetta setti Sorin Anghel trygt í netið til 1-0. Hetta var einasta málið í fyrra hálvleiki.

 

Í 2. hálvleiki var Skála betur við, men hetta var ikki nóg mikið. Tað kom eitt mál afturat, og EB/Streymur átti eisini tað. Hans Pauli Samuelsen skoraði, tá ið eitt korter var eftir.