EB/Streymur manglar mál

Hóast EB/Streymur fyri nøkrum árum síðani etableraði seg sum eitt av betru liðunum í bestu føroysku fótbóltsdeildini, so hevur felagsliðið ongantíð skorað ímóti HB í landskappingardysti í Gundadali.

 Dystirnir í Gundadali hava verið nakað heilt fyri seg. Seinastu árini hava vit havt kjansir at gera trý ella fýra mál tíðliga í dystinum, men so er HB komið fyri seg, og vit hava tapt við fleiri málum, sigur Egil á Bø, verjuspælari hjá EB/Streymi.
 Her hava vit nakað, sum vit kunnu broyta, og fyrr ella seinni fer tað at eydnast, sigur hann.
EB/Streymur hevur einaferð skorað ímóti HB í Gundadali. Tað var í einum steypadysti, sum teir taptu 7-1.
Ronnie Samuelsen hevur havt ein minni skaða í vikuni, men hann verður væntandi klárur sunnudagin.HB hevur alt sítt fólk klárt til næsta heimadystin í ár. Kári Nielsen var ikki við, tá ið HB vann ímóti ÍF, men hann er tøkur aftur, og venjarin fer uttan iva at finna pláss fyri honum á miðvøllinum, hóast HB spældi væl og vann stórt seinast.