Í kvøld spælir oddaliðið í Formuladeildini seinasta dystin fyri summarsteðgin. Dysturin hjá EB/Streymi verður ímóti aftasta liðnum í deildini, ÍF.
Sunnudagin vann EB/Streymur trupla útidystin í Gøtu, og nú kunnu teir seta punktum við einum heimasigri á ÍF.
EB/Streymur má verða álopsspælaran Sorin Anghel fyriuttan til dystin í kvøld. Sorin noyddist av vøllinum í Gøtu við einum snuddi í beininum, og hann er ikki klárur at spæla, hóast skaðin ikki er so álvarsamur, sum hann fyrst kundi tykjast.
Sorin hevur skotið seks mál fyri EB/Streym í ár, og hann hevur havt stóran týdning fyri liðið. Hinvegin hevur Arnbjørn Hansen skotið eitt mál meira enn Sorin, og Hans Pauli Samuelsen er toppskjútti við 9 málum. Teir spæla báðir í kvøld.
Rafael Kwiecinski noyddist eisini at gevast at spæla í Gøtu, men hann er við í hópinum í kvøld, og tað skal álopsspælarin Jørgin Meitelberg eftir øllum at døma eisini verða. Málmaðurin René Tórgarð er ivasamur.
Hjá ÍF er so at siga sama fólkið tókt, sum spældi á Toftum sunnudagin. Alexander Jovevic er leikbannaður til í kvøld, men Eyðun Ryggshamar, sum ikki hevur spælt seinastu umførini, er við at koma fyri seg aftur eftir skaða.