Felagsliðið úr Sundalagnum, EB/Streymur, skal á fyrsta sinni taka lut í evropeiskari kapping, og fyri lítlari løtu síðani var lutakastið á skránni.
Og EB/Streymur hevur fingið eitt hampiliga gott lutakast til sín dyst. Teir hava trekt finska liðið MyPa, og fyrsti dysturin verður á heimavølli í Streymnesi tann 19. juli, meðan seinni dysturin verður 2. august.
Eingin ivi er um, at finsku liðini eru sterk, men okkurt føroyskt lið hevur fyrr fingið góð úrslit ímóti júst finskum liðum.










