EB/Streymur málleyst í Havn

Í alt hevur EB/Streymur vitjað HB fimm ferðir, tá talan hevur verið um landskappingardyst í bestu mansdeildini, og higartil hava teir drigið púrasta svart hvørja ferð. Ikki somikið sum eitt mál hava teir enn fingið í hesi uppgerðini, og spurningurin er so, hvørt teir megna hetta sunnudagin.
Í aðrar mátar staðfesta hagtølini, at KÍ hevur havt eitt sera gott tak á NSÍ í Klaksvík, og at talan í allar mátar hevur verið um sera javnar uppgeðrir, tá B36 hevur vitjað VB. Eisini hóast tað nú eru sjey ár síðani, at B36 seinast vann á Eiðinum.
Tá tosað verður um dystirnar GÍ-Skála og ÍF-TB, geva hagtølini ikki so greiðar ábendingar, tí talan hevur verið um lutfalsliga fáar dystir millum liðini í bestu deildini.
Hvussu er og ikki, so sýnir talvan, hvussu tað hevur hylnast, tá mótstøðuliðini sunnudagin hava tørnað saman í tilsvarandi uppgerðunum seinastu tíggju árini.