EB/Streymur longt tveir sáttmálar

EB/Streymur skrivar á heimasíðu síni, at bæði Rene Tórgarð og Sorin Anghel hava longt sáttmálar sínar við felagið. Soleiðis er longu nú greitt, at teir báðir eisini verða partur av hópinum hjá EB/Streymi í 2010. Sorin Anghel hevur verið partur av hópinum hjá felagsliðnum, síðani teir í 2000 aftur royndu seg í fremstu røð. Og seinastu trý kappingarárini hevur René Tórgarð verið aftasti skansi hjá felagnum.