Hópurin hjá EB/Streymi fyri komandi kappingarár byrjar at taka skap. Herfyri gjørdist greitt, at høvuðsvenjarin, Heðin Askham, heldur fram næsta ár, og nú hevur felagið longt um sáttmálan við tveir týdningarmiklar leikarar.
Talan er um teir báðar Rógva Egilstoft Nielsen og Andras Olsen. Heimasíðan hjá EB/Streymi skrivar, at sáttmálin hjá teimum báðum er galdandi fyri tey komandi tvey árini.
Rógvi Egilstoft Nielsen kom til EB/Streym frá 07 Vesturi í 2013. Hann er 24 ára gamal og er liðskipari á liðnum. Andras Olsen er miðverji og 21 ára gamal. Hann fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum fyri tveimum árum síðani.










