EB/Streymur hevur longt um sáttmálan við fýra av sínum leikarum. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni í kvøld. Teir fýra eru Poul Grunnveit Olsen, Tóki Johannesen, Mikkjal Hellisá og Gutti Dahl-Olsen.
27 ára gamli Poul Grunnveit Olsen er tann royndasti av teimum. Hann hevur spælt 65 dystir fyri besta liðið hjá EB/Streymi, skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Tóki Johannesen er 21 ára gamal og varð í fjør kosin ársins stjørnuskot í felagnum. Mikkjal Hellisá og Gutti Dahl-Olsen eru báðir 17 ára gamlir og fingu í fjør sínar fyrstu minuttir í Betrideildini í fjør.
EB/Streymur spælir sunnudagin á útivølli ímóti NSÍ í fyrsta umfarinum í nýggja kappingarárinum í Betrideildini.